FRAMTÍÐAR KT-TRYGD FRÁ CHECK POINT

Hjá STORM eru vit sera errin av at kunna umboða Check Point Software Technologies – verðsins leiðandi trygdarfyritøku- og amboð – í Føroyum.

 

Um Check Point

Check Point Software Technologies er ein av heimsins størstu veitarum og avgjørt ein slóðari innan fyri KT-trygd. Við eldhuga og innovatión veitir Check Point viðskiftafólkum sínum eitt fullfíggjað KT-trygdar undirstøðukervi – frá netverk til far-eindir. Fleiri enn 100.000 fyritøkur runt í heiminum hava álit á og nýta Check Point loysnir hvønn dag. Tað er ikki bara KT-trygd, men tað er tín trygd og friður í einari talgildari verð.

 

KT-trygd til allar fyritøkur

Í tráð við at fyritøkur verða meira og meira bundnar at KT, økist vandin fyri netálopum eisini – hetta er bæði galdandi fyri lítlar, miðal og stórar fyritøkur, sum nýta KT í dagligdegnum. Verður tín fyritøka rakt av einum teldusníki, so kann tað ikki bara fáa avleiðingar fyri tína fyritøku, men eisini fyri tínar samstarvsfelagar. Kanningar vísa á, at næstan tveir triðingar av minni og miðalstórum fyritøkum mangla førleikar og neyðuga útgerð til at takkla netálop og KT-trygd. Tað er her, vit koma inn í myndina – saman við Check Point hava vit neyðugu førleikarnar at tryggja tína fyritøku.

 
 

Trygd er ikki ein marglætisvøra, tað er ein neyðsynjarvøra. Lat STORM við Check Point á odda tryggja tína fyritøku og skapa tær eitt trygt talgilt umhvørvi.

Staðbundnar royndir

Vit eru ikki bara ein KT-trygdar fyritøka; vit eru tykkara staðbundni samstarvsfelagi.

Við nógvum royndum á økinum og vaksandi kunnleika til staðbundna vinnulívið, eru vit til reiðar at tryggja tína fyritøku, so tú kanst hugsavna teg um at dríva títt virksemi.

Við Check Point veita vit:

Bílegg prát við okkum

Vit kunnu koma til tykkum til eitt ókeypis KT trygdarprát, har vit kunnu hjálpa tykkum ígjøgnum hesi økir. 

Eisini bjóða vit tykkum eina tænastu, har vit gjøgnumganga tykkara KT uppsetan og gjøgnumganga ein tjekk lista, ið vísir tykkum eitt yvirlit av tykkara KT uppsetan og KT trygd.