KT-support
KT-support
Vit í Storm hjálpa fleiri kundum hvønn dag við teirra ymisku KT-uppgávum, og vit kunnu eisini hjálpa tær.
Okkara tænastutoymi veitir tænastu av øllum KT-uppgávum, til allar kundar, stórar, smáar, almennar og privatar. Um tit bert hava tørv á at ringja viðhvørt, ella um tykkara tørvur er, at vit hava ábyrgd av tykkara KT-drift og support, so er okkara tænastutoymi til reiðar. Vit bjóða skræddaraseymaðar loysnir, tilpassaðar tørvin hjá hvørjum kunda. Vit veita júst ta tænastu, sum er neyðug fyri tykkara virksemi.
Tænasta alt samdøgrið
Við eini avtalu um samdøgurstænastu hava tit atgongd til okkum uttan fyri vanliga arbeiðstíð, umframt atgongd til ein royndan ráðgeva, 24 tímar – 365 dagar um árið. Ein sáttmáli verður gjørdur, og í samdøgurstænastuni verður greitt avtalað, út frá tykkara tørvi, hvat sáttmálin inniber, soleiðis at einki ivamál verður.
Fjarhjálp
Okkara tænastutoymi er altíð til reiðar at veita skjóta og góða fjarhjálp.
Ring til okkum á tlf. 660 600 ella skriva á [email protected]