KT-Trygd

KT-trygd er eitt heitt evni fyri tíðina, og er hetta ikki uttan orsøk.

Nýggj trygdarálop koma fram hvønn dag, og tann skjóta menningin í KT-infrakervi skapar nýggjar avbjóðingar alla tíðina.

Hava tit skil á tykkara KT-trygd?

Hava tit tørv á einum KT-trygdareftirliti, ella kundu tit hugsa tykkum eitt prát um KT-vandar og møguleikar?

Setið tykkum í samband við okkum, so hjálpa vit tykkum skjótt víðari á rætta leið.

Firewall

Dagførdan firewall til kaðal og tráðleyst net. Hetta verjir títt tráðleysta net og kaðal net við loyniorði og firewall uppsetan.

Servarar

Dagførd tín servara, og við hesum tryggja tær høga góðsku og smidleika á tínum stýrisskipanum.

Stýrisskipan

Dagførda stýriskipan á servara, teldum, snildtelefonum og aðrar tøknieindir, ið hava netsamband.

Trygdaravrit

Tað er sera umráðandi at hava tey neyðugu amboðini og røttu mannagongdirnar tá tað ringasta hendur.

Trygdarskipanir

Verj tínar servarar og teldur við dagførdari trygdarskipan, so sum antivirus forrit.

Trygdarinnritan

Verja tøknieindir við brúkaranavni og loyniorði og verja tínar brúkarar við ‘Multi Factor Góðkenning’ til login.

Bílegg prát við okkum

Vit kunnu koma til tykkum til eitt ókeypis KT trygdarprát, har vit kunnu hjálpa tykkum ígjøgnum hesi økir. 

Eisini bjóða vit tykkum eina tænastu, har vit gjøgnumganga tykkara KT uppsetan og gjøgnumganga ein tjekk lista, ið vísir tykkum eitt yvirlit av tykkara KT uppsetan og KT trygd.

Sum KT-samstarvsfelagi við fleiri virkir, og við fleiri ára royndum, eru vit í Storm til reiðar at hjálpa.

Cyber-álop er framvegis ein veksandi trupulleiki við fleiri nýggjum KT-trygdarhóttanum. Firewall og antivirus forrit dagførast til at verja ímóti øllum álopum, men nýgg koma alla tíðuna, og atferðin hjá brúkaranum kann vera sera trupul at hava tamarhald á. 

Eitt skeivt klikk við músini, til ein viðheftan fíl, kann geva hackaraum atgongd til dátur í tínum virksemi. Álop, sum til dømis CryptoLocker, fyrikoma ofta, bæði smá og stór virksemi blíva rakt. 

Skriva til okkum og fá eitt óbindandi prát um júst tín tørv.