Storm valdi Lexmark, tí tey hava eina góðkenda, váttaða og fjølbroytta tilgongd til vørutrygd fyri allar vørur. Teirra trygdareginleikar eru við til at tryggja dáta hjá okkara kundum – í skjølum, á tólum, í skipanum og alt ímillum.
Tá talan er um trygd, so má tín fyritøka tryggja, at hon kann reka nettól á ein effektivan hátt, verja tey ímóti teldusníkum og verja umráðandi GDPR viðkvæmar persónsupplýsingar. Bert 1 av 6 fyritøkum hava eina trygdarstrategi fyri prentøkið. Hetta talið er ov lágt, og tískil arbeiðir Storm, saman við Lexmark, fyri at menna hetta økið í Føroyum.
Secure by Design tilgongdin
Lexmark hevur ment egin tól, ið eru før fyri at loysa serligu trygdartørvirnar hjá eini og hvørjari fyritøku, og hesi eru rikin av mest framkomnu trygdarskipanunum í vinnuni. Teirra skipaða Secure by Design tilgongd gevur okkara kundum ein umráðandi fyrimun, sum nú trygt kunnu reka teirra fyritøkur og vera fullvís í, at teirra tól og dáta eru fullkomiliga vard.
Lexmark handfer ikki trygd sum ein eftirtanka ella valfrían møguleika, men tvørturímóti sum eitt neyðugt endamál við sniði og tøkni, ið er partur av øllum teirra vørum og tænastum.
Lexmark mennir tólbúnað, ritbúnað og fastbúnað við at nýta Secure Software Development Lifecycle (SSDL). Hendan tilgongdin fevnir um allar tær ymsu síðurnar av trygd, so sum ráðlegging, sniðgeving og verkseting og bjóðar framúr gott trygdareftirlit.
Storm hevur so stórt álit á Lexmark prentarum og MFP prentarum, at vit vilja lata teg royna eitt og hvørt Lexmark tól upp í 2 vikur* uttan at gjalda fyri tað fyrst.
*Hámarkið er 1000 prentingar/avrit.
Lexmark hevur verið virkið síðani 1991, tá tey tóku seg úr IBM. Heilt frá byrjan hevur Lexmark av sonnum verið ein altjóða fyritøka við kundum í túsundatali úr øllum heiminum, og fyritøkan byrjaði við virðismiklum royndum innan tøkni, ið gjørdu tað møguligt at hjálpa kundanum betri "síggja" teirra tól og menna ritbúnað til at hjálpa kundanum at umsita hesi tól á ein proaktivan hátt.
Hetta DNA'ið hevur gjørt Lexmark kent eftir einum degi. Tey hava nú umleið 9000 starvsfólk og ein umsetning uppá nærum 3 milliardir dollarar. Lexmark hevur nýtt hendan arvin og áratíggjur av lærdømi frá teirra kundum til at loysa summar av heimsins truplastu prent- og myndaavbjóðingum.
Tey framleiða prentarar og MFP'arar í heimsklassa og hava ment tænastur og ritbúnað, ið broyta hvussu nógvar fyritøkur fyrihalda seg til prent.