Netloysnir
Netloysnir umfatar alt frá netverk, server/storage, backup, ráðgeving, design og íverksetan av einføldum og størri samansettum KT-loysnum. Grundleggjandi er okkara hugsanarháttur og framgangsháttur, at vit loysa uppgávuna grunda á tørv og avbjóðingar hjá kundanum – tað ræður um at skapa virði. Tað gera vit, við at gera tað sum er fløkt og torgreitt, einfalt og lætt at skilja.
Er talan er um lítlar ella stórar uppgávur – ein firewall ella heildar netverksloysn, so standa vit klár við tí rætta førleikanum til at loysa uppgávuna.
Okkara fólk hava arbeitt við netloysnum í mong ár. Tey hava góðar royndir við at seta upp og viðlíkahalda netloysnir, og tað er tykkara besta trygd sum kundi.
Tað kann vera torført at hava yvirlit yvir KT-verðina. Nýggj tøkni verður framleidd og verandi tøkni mennist allatíðina. Sjálvandi alt fyri at gera tað virknari, lættari og einfaldari, men tað kann vera trupult at fylgja við og meta, um tað er betri fyri tykkum. Er hosting, cloud ella ein hybrid loysn betri enn egið datasentur? Hvat fyri netloysn skulu vit velja? Hvussu kunna vit best lætta um deployment, umsiting ella líknandi? Er okkara trygd í lagi?
Av og á kann tað vera eitt gott hugskot at fáa eina “heilsukanning” fyri at kanna um møguliga tíðarsparing, fíggjarstøðu ella nýtslu við at menna núverandi kervið.
Okkara fólk hava holla vitan og vilja fegin hjálpa tykkum gera eina gjøgnumgongd. Tey arbeiða við netloysnum fyri nógvar kundar og hava rætta vitan og royndir.