Dátuverndarráðgeving
STORM kann veita tær alla ráðgeving um persóndátuvernd og um hvat og hvussu tú skal gera fyri at halda ásetingarnar í dátuverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2021. Vit hava ráðgevara við royndum í dátuvernd og við prógvum frá EXIN, sum certificeraður dátuverndarfólk.
Vit kunnu hjálpa tykkum við:
- Undirvísing av starvsfólkum í sambandi við dátuvernd og dátuverndarlógini (awarness skeiðir)
- Politikkum, mannagongdum og váðametingum
- Gjøgnumgongd av skipanum
- Dátuviðgerðaravtalum
Vit hava eina góða skipan, sum hjálpir tykkum at hava eina skipaða og skrásetta gjøgnumgongd av allari persónsdátaviðgerðini. Við hesi skipan fara tit ígjøgnum allar mannagongdir, dátumóttakarar, KT skipanir osv.
Hetta ger, at tit hava skil á hvat er gjørt og hvat manglar at gera, fyri at tryggja at tit fylgja ásetingunum í dátuverndarlógini. Skipanin hevur m.a. “leistir” til ein kunningartrygdar politikk, ein pesónsdáta politikk og eina starvsfólkahondbók um IT og persónsdata og ein privatlívspolitikk til heimasíður.
Harumframt hevur skipanin eitt árligt uppgávuhjól (kekklista), sum tit sjálvi seta upp, og sum minnir á hvat skal gerast og nær.
Um tú hevur spurningar um dátuvernd ella dátuverndarlógina ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarserfrøðing.
Og um tit ynskja, kunnu vit koma forbí hjá tykkum og gjøgnumganga í stuttum tað, sum lógin sigur, og hvat tit burdu havt fokus á.