Um okkum
KT-fyritøkan STORM varð stovnað í februar 2020, tá vit bara hoyrdu um corona í Kina. Byrjanin sá skilagóð út við nógvum uppgávum, men í vár kom stígur í orsakað av corona. Manningin í Storm lat tó ikki avlopstíðina fara til spillis og fór ístaðin undir at leggja eitt dyggari grundarlag undir tær tænastur, sum ætlanin var at veita kundunum frá byrjan.
Hóast fyritøkan er nýggj, eru royndirnar nógvar og drúgvar. Leiðslan og starvsfólkið hava virkað sum sjálvstøðug vinnurekandi í fleiri vinnugreinum og innan KT-tænastu í mong ár. Hetta ger, at Storm skjótt fær eina greiða fatan av, hvønn tørv kundin hevur, og hvussu tillagingar og broytingar kunnu gerast skynsamt og smidligt.
Okkara royndir siga okkum, at føroyskir kundar ynskja persónligt samskifti og skjóta tænastu. Tí leggja vit okkum eftir at kenna hvønn einstakan kunda og soleiðis veita loysnir, sum passa júst til kundan. Vit vita at KT-loysnir og KT-útgerð skulu gera raksturin hjá fyritøkum og stovnum munadyggari, so tey kunnu brúka arbeiðsorkuna so væl sum møguligt.
Tín tryggi KT-veitari
STORM er ein fyritøka, ið byggir á starvsfólk við nærlagni og dugnaskapi. Vit eru eitt toymi við drúgvum royndum á KT-økinum og í føroyska vinnulívinum, har vit hugsavna okkum um KT-sølu, ráðgeving og tænastu til vinnuna.
Okkara fokus er vinnulívið, almennir stovnar og kommunur har STORM vil betra raksturin hjá kundanum við røttum KT-loysnum og KT-tænastum.
Vit veita skjóta og professionella KT-ráðgeving og tænastu, og tú fært samband við starvsfólk við hollari vitan, nærlagni og dugnaskapi til sølu, ráðgeving og tænastu.