Microsoft 365
Microsoft 365 er tann nýggja útgávan av Office pakkanum. Her finnur tú millum annað Word, Excel, PowerPoint og Outlook. Við eini Microsoft 365 loysn fært tú ta smidligastu loysnina á marknaðinum. Tú og tíni starvsfólk kunnu brúka Office pakkan í tykkara arbeiði á fleiri eindum, umframt at tit eisini kunnu installera Office pakkan heima.
Tað tryggjar tær og tínum starvsfeløgum størri smidleika.
Fleiri møguleikar við Microsoft 365.
Við Microsoft 365 finnur tú tænastur sum OneDrive, SharePoint, Teams, og harafturat hevur Microsoft 365 eisini Exchange Online. Við Exchange Online tryggjar tú tær, at tú og tínir starvsfelagar altíð hava dagførdan teldupost og kalendara avtalur, um tað er á teldu, teldli, fartelefon ella einum browsara. Tað einasta, ið er neyðugt, er internet samband og ein Microsoft 365 brúkari.
Trygd framum alt.
Trydgarverjur sum spamfiltur og trygdaravrit kunnu leggjast afturat tíni Microsoft 365 loysn, tá ið tú fært eina Microsoft 365 loysn frá Storm. Vit tryggja tær at spam og álop vera fangað, og hjálpa tær við trygdaravritum av Microsoft 365 loysini. Vit kunnu leypandi taka trygdaravrit av tínum teldupostum inná okkara servarar. Tað er tín trygd fyri, at altíð at hava eitt eyka avrit av tínum data, teldupostum og øðrum, skuldi tað hent, at tú missur tína teldu ella fartelefon.
Um tín fyritøka er stór ella lítil, er ein Microsoft 365 loysn ein professionell loysn til tína fyritøku.