KT-útgerð

Tá ið talan er um sølu av kt-útgerð, verið tað seg hardware ella software, finna vit júst ta røttu loysnina saman við okkara kundum. Tann góða sølan fyri okkum er grundað á eitt gott samarbeiði við okkara kundar. Vit seta okkum inn í tørvin hjá kundanum, og út frá tørvinum velja vit saman við kundanum júst ta røttu loysnina. Vit lurta eftir okkara kundum. Summir kundar koma til okkum við einum greiðum innkeypslista - aðrir koma við einum tørvi, ið skal mettast.  
Hjá Storm møtir tú altíð einum ráðgeva framum einum seljara.

Okkara vørur

Vit handla vørur og loyvir hjá heimskendum framleiðarum m. a. Microsoft, Lenovo, HP, Dell, Vmware, Veeam, Acronis, Ubiquiti Unifi og fleiri. Vit hava alskins vørur á goymslu. 
  
Okkara kt-útgerð umfatar: 

  • Teldur, farteldur, borðteldur, All In One teldur 
  • Serverar 
  • Prentarar 
  • Kopimaskinur 
  • Netverksútgerð, Firewall, Switch, Access Punktir 
  • Skermar, knappaborð, mús, káplar 
  • Tónarar og brúksevnir

 

Vit bjóða loyvir til:

  • Microsoft 365 
  • Endpoint Security, Antivirus 
  • Adobe, Autodesk 
  • Revit, AutoCad, Acrobat o.m.

  
Tað, sum vit ikki hava, fáa vit fatur á. 
Er vøran ikki á goymslu, bíleggja vit hana skjótt og ómakaleyst. 
Set teg í samband við okkum um levering og prís.